Fótbóltur

11 heimligir leikarar skulu takast út

Eftir tíðindafundin í morgun verður endaliga greitt, hvussu fyrsti føroyski hópurin til Nations League fer at síggja út.

Lars Olsen kunnger í morgun endaliga hópin til fyrstu dystirnar í Nations League(Mynd: fsf.fo/Hans Erik Danielsen)

Lars Olsen kunnger í morgun endaliga hópin til fyrstu dystirnar í Nations League(Mynd: fsf.fo/Hans Erik Danielsen)

2018-08-27 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10.00 verður tíðindafundur í FSF-húsinum, har landsliðsvenjarin fer at avdúka seinna partin av hópinum til fyrstu dystirnar í UEFA Nations League. Føroyar skulu dystast við Malta á heimavølli og Kosovo á útivølli; ávíkavist 7. og 10. september.

Í seinastu viku varð kunngjørt, at hesir 12 útisetarnir eru úttiknir til dystirnar:

Gunnar Nielsen
Sonni Ragnar Nattestad
Heini Vatnsdal
Viljormur Davidsen
Rene Shaki Joensen
Rógvi Baldvinsson
Hallur Hansson
Kaj Leo í Bartalsstovu
Brandur Hendriksson Olsen
Gilli Rólantsson Sørensen
Finnur Justinussen
Jóan Símun Edmundsson

Seinni fyrrapartin vita vit so, hvørjir leikarar úr heimligu kappingini eru tiknir út.

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava tikið 23 leikarar út til uppgávurnar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder