Ken Fagerberg er farin bert 37 ára gamal.
Hetta vátta foreldur hansara fyri Göteborg-Posten í dag. Ken Fagerberg er føddur og uppvaksin í júst Göteborg.
Andlátið fyllir nógv í serliga svenskum og donskum miðlum í løtuni. Ken Fagerberg var evnaríkur fótbóltsspælari, sum danska FC Midtjylland í 2008 keypti frá Örgryte fyri 15 milliónir krónur.
Fótbóltsleiðin var merkt av persónligum trupulleikum, sum áleyparin var opin um.
Seinastu tíggju árini av lívi sínum búði Ken Fagerberg í Føroyum. Hann spældi fyrst í tvey og eitt hálvt ár í 07 Vestur, har Ken Fagerberg seinni var ungdómsvenjari.
Tað var sviin eisini í Suðuroynni, har hann eisini spældi nakað fyri TB og Royn. Samanlagt er hann skrásettur fyri 68 dystir í bestu føroysku deildini og 34 dystir í lægru deildunum, sambært FaroeSoccer.
Seinastu tíðina av lívinum helt Ken Fagerberg í stóan mun til í Havn, har hann varð funnin deyður mánamorgunin. Deyðsorsøkin er ókend enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald