5. og 6. desember verður National Exhibition Centre í Birmingham í Onglandi karmur um heimsmeistarakappingina í inniróðri,
Róðrarsamband Føroya (RSF) skrivar, at stóra kappingin verður hildin saman við bretsku meistarakappingini (BRIC).
Róðrarsamband Føroya hevur nú úttikið fimm rógvarar at umboða føroyska landsliðið til kappingarnar.
Hesir íkarar eru úttiknir:
Vár Guriardóttir Hansen, Argja Róðrarfelag
Sarita Kristina Hansen, KÍF Kappróður
Jóhanna av Steinum, Havnar Róðrarfelag
Símun Heinesen, Klaksvíkar Róðrarfelag
Hans Jose Poulsen, Eiðis Róðrarfelag
Landsliðsvenjari er Tobias S. Kempf.
- Íkararnir eru úttiknir við støði í úrslitum og einari heildarmeting av menningarmøguleikum, ágrýtni og ídni. Málsetningurin er at røkka góðum úrslitum og stríðast um heiðursmerkini, men fyrst og fremst at hvør einstakur íkari fær sítt besta fram og setur persónligt met, skrivar rsf.fo
Umframt landsliðið fara fleiri aðrir føroyskir innirógvarar eisini at luttaka í Birmingham. Teir umboða ymisk føroysk róðrarfeløg og fara somuleiðis at royna seg móti altjóða kappingarneytum.
Leygardagin 5. desember verður kappast á 2000 og 500 metrum, har heimsmeistaraheitini skulu avgerast. Sunnudagin verður vælumtókta Super Sprint Sunday á skránni, har kappast verður á fimm ymiskum sprintteinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald