Fótbóltur

11. umfar á breddanum í dag

Fult umfar er á skránni í Betrideildini, og í flestu dystunum er ein stórfavorittur. Fýra av teimum fimm dystunum byrja um 15-tíðina.

HB vann 3-0 á EB/Streymi, tá liðini hittust Dýra Biðidag. Í dag vitjar liðið hjá Sigfríði Clementsen liðið hjá Jákup Martini Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann 3-0 á EB/Streymi, tá liðini hittust Dýra Biðidag. Í dag vitjar liðið hjá Sigfríði Clementsen liðið hjá Jákup Martini Joensen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-29 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið spældu liðini í topp-fýra innanhýsis dystir. KÍ og HB vunnu hesar framskundaðu dystirnar á ávíkavist B36 og Víkingi. Hesi fýra liðini hava evropeiskar dystir, tá hini seks liðini spæla 16. umfar. Tískil hava KÍ, HB, B36 og Víkingur nú spælt ellivu dystir.

Les eisini: Nú er størri munur í oddinum

B68, EB/Streymur, 07 Vestur, ÍF, TB og AB spæla øll sín dyst nummar ellivu í dag, og tey fýra fremstu liðini koma upp á tólv dystir, tá 11. umfar er á skránni.

11. umfar í Betrideildini hjá monnum
Mánadagin, 2. Hvítusunnudag, 29. mai

15.00:

ÍF - KÍ
Víkingur - B68
07 Vestur - TB

15.30: B36 - AB

18.30: HB - EB/Streymur

Stigatalvan

1. KÍ 33 stig *
2. HB 26 stig *
3. B36 24 stig *
4. Víkingur 20 stig *
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. EB/Streymur 10 stig
8. ÍF 9 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig

* Ein dyst fleiri


Í øllum dystunum er ein, í minsta lagi, rímiliga greiður favorittur. Tó vann TB, tá 07 Vestur vitjaði fyrr í ár, og um uppflytararnir enn einaferð megna at gera hetta so verður víðopið í stríðnum um at sleppa undan 9. plássinum. 07 Vestur hevur nú Magnus Holm Jacobsen tøkan aftur eftir leikbann, og vónað verður at Uros Stojanov er vorðin so birgur, at áleyparin fær verið við.

ÍF gjørdi lívið hjá KÍ ógvuliga trupult, tá liðini spældu fyri 23 døgum síðani í Klaksvík. Innskifti Árni Frederiksberg skoraði einsamalla málið fyri oddaliðið, tá eitt korter var eftir. Liðið hjá Magne Hoseth vann oddadyst í síðstu viku, hevur higartil gjørt reint borð í Betrideildini í ár og skal royna at byggja uppá í Fuglafirði.

B68 og Víkingur spældu 3-3 javnleik í ógvuliga nógvum vindi á Svangaskarði í síðsta mánaða. Í dag burdu verið meira brúkilig fótbóltslíkindi í Sarpugerði. HB steðgaði mikukvøldið sigursrøðini hjá víkingunum, sum var á fýra dystum. B68 var nær við at fáa stig móti B36 seinast - hetta kann avgjørt gerast ein tættur dystur.

B36 vann 2-0 á AB, tá liðini hittust á Argjum í 5. umfari. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur vunnið allar dystirnar móti liðunum uttanfyri topp-fýra í ár, men tapini fyri KÍ og HB gera, at B36 er nakað frá oddasessinum. AB hevur eitt stig og eitt mál í ár, og Morten Overgaard er fyribils høvuðsvenjari, eftir at Henrik Larsen varð uppsagdur í síðstu viku.

Seinasti dysturin í kvøld verður eisini í Gundadali. Klokkan 18.30 verður HB - EB/Streymur bríkslaður í gongd. Tá liðini hittust í Hólmanum tíðliga í hesum mánaðinum, vann HB 3-0 á gamla heimavøllinum hjá Jákup Martini Joensen. HB fekk heilt gott úrslit í síðstu viku og roynir at elta KÍ. EB/Streymur er komið aftur á sigurskós, men á pappírinum eru nógvir aðrir dystir, har møguleikarnir eru betri fyri at fáa stig enn í dag.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara - hetta í samstarvi við dystir.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder