
Nú kappingarárið 2025 stendur fyri durum, er greitt, at áhugin fyri føroyskum kappróðri er vaksandi, tí heili 111 bátar eru tilmeldaðir til fyrstu stevnuna, og tað eru fleiri bátar, enn tað hevur verið tey seinastu tveir árini, tá 109 bátar vóru við, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Róðrarsambandið leggur afturat, at av teimum 111 bátunum hava 104 váttað luttøku á Norðoyastevnuni. Freistin at melda seg til fyrstu stevnuna er í morgin, 26. mai, so endaliga talið kann enn broytast.
Í barna- og ungdómsbólkunum eru 17 gentubátar og 15 dreingjabátar tilmeldaðir í barnaróðrinum, og í bólkinum fyri 14–16 ára gomul eru 11 dreingjamanningar og 12 gentumanningar. Harumframt eru 12 bátar tilmeldaðir í gentubólkinum fyri 17–18 ár.
Í vaksnu bólkunum er serliga nógv lív í 6-mannaførum hjá monnum, har 12 bátar eru við.
Eitt, sum er sermerkt við kappingarárinum 2025, skrivar Róðrarsambandið, er, at heili átta FM-vinnarar frá 2024 ikki verða at síggja í ár. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum.
Talan er m.a. um Skansan og Falk, sum vunnu barnaróðurin í fjør, og sum ikki eru við í ár, og vinnararnir Firvaldur, Kjósin og Tórsbáturin verða heldur ikki at síggja. Hinvegin royna Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur at verja FM-heitið.
Fyrsta stevnan er Norðoyastevnan, sum verður í Klaksvík 31. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald