Fótbóltur

15 mál í uppskoti

Til ber at at atkvøða fyri ársins máli 2022 í Betrideildini hjá kvinnum fram til á middegi í morgin, 20. januar. Talan er millum annað um fleiri góð einstaklingaavrik og langskot/fríspørk, ið kunnu síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-01-19 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einstaklingaavrik við góðum driblitúrum og detaljum, flott fríspørk og langskot í opnum spæli eru millum tey 15 málini, ið Televarpið hevur tilnevnt sum ársins mál í Betrideildini í fjør.

Tað er mest um føroyskar spælarar - millum annað eru fýra mál við hjá toppskjúttanum Heidi Sevdal, har vísir síni kynstur - men har er eisini góðska og samba úr Brasil.  

Sí listan niðanfyri og tey 15 málini samansett í videobroti ovast í greinini

Mál 1: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 2: Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Mál 3: Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Mál 4: Evelin da Silva Mastropasqua, 07 Vestur
Mál 5: Sarita Petersen, EBS/Skála
Mál 6: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 7: Durita Hummeland, KÍ
Mál 8: Jensa Kannuberg Tórólvsdóttir, Víkingur
Mál 9: Livyan Borges, B36
Mál 10: Carol Assis Silva, 07 Vestur
Mál 11: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 12: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 13: Durita Hummeland, KÍ
Mál 14: Rebekka Benbakoura, HB
Mál 15: Malena Olsen, KÍ

Til ber at at atkvøða fyri ársins máli 2022 í Betrideildini hjá kvinnum fram til klokkan 12 í morgin, 20. januar. Hetta skal gerast á Sona appini, boðar Televarpið frá.

Kelda: Televarpið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder