Kosice, Slovakia (Portalurin): - Eg sat í einum flogfari, meðan teir spæla í Kasakstan. Tíbetur var Wifi umborð, og eg helt eina løtu, at sigurin var tryggur.
Soleiðis greiðir Andrias Edmundsson frá, hvussu hann upplivdi seinasta dystin hjá Føroyum. Hesin endaði 2-2, og toftamaðurin hevði leikbann vegna gula kortið móti Slovakia.
Júst tann dystin upplivdi Hellas Verona sum, at Føroyar vóru omaná.
- Tað var serliga tað, at vit runnu teir niður í byrjanini av 2. hálvleiki. Vit burdu vunnu á teimum tá, sigur Andrias um 1-1 javnleikin.
Sí eisini:
Eyðun Klakstein: - Hetta verður okkara truplasti dystur í ár
Hanus Sørensen: - Vit ganga við gron um vit ikki vinna
Nú møtast liðini aftur - í Slovakia. Men Andrias Edmundsson ræðist ikki.
- Vit fara eftir tí. Eg hugsi ikki so nógvum hatta 2. plássið, tí vit vilja vinna hendan dystin og bólkin, sigur 25-ára gamli miðverjin.
Meira tilfar av leikvøllinum seinni. Føroyar og Slovkia spæla týðandi dyst fríggjakvøldið klokkan 19.45. FM1 sigur frá á staðnum - sum tann einasti - og Portalurin hevur beinleiðis blogg
--------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald