Hondbóltur

16 leikarar úttiknir til U17 EM-undankapping við Tjarnir

27. - 29. november kappast Føroyar móti Íslandi, Ísrael og Turkalandi um tvey pláss í EM-endaspælinum í Montenegro í summar.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-11-12 18:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

16 leikarar eru úttiknir til U17-landsliðið hjá kvinnum, sum seinni í hesum mánaðinum skulu umboða Føroyar í EM-undankapping við Tjarnir.

Kappingin verður 27. - 29. november, og mótstøðuliðini eru Ísland, Ísrael og Turkaland.

Kappast verður um tvey pláss í EM-endaspælinum í Montenegro í august.

Hesar eru úttiknar:

Málverjar:
Rósa Herup Egilstoft, VÍF
Sofía Sigurstein, Kyndil

Útileikarar:
Hervør Hansen, Oure IE
Súnfríða Zachariasen, KIES
Gyða Beata Djónadóttir, Oure IE
Hanna Thomsen, Oure IE
Nana Yaa Deku, H71
Olivia Kristiansen, H71
Fía Nolsøe, Oure IE
Andrea Heinadóttir, VÍF
Poulina á Heygum, H71
Rannvá Heinadóttir, H71
Aibritt á Plógv, Oure IE
Karin Signhildardóttir, VÍF
Lea Traber Olsen, H71
Jóna Sólgerðardóttir, VÍF

Leikskráin til kappingina:

Fríggjadagin 27. november
kl. 16.30 Ísland – Turkaland
kl. 19.00 Føroyar – Ísrael

Leygardagin 28. november
kl. 14.30 Turkaland – Ísrael
kl. 17.00 Ísland – Føroyar
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)

Sunnudagin 29. november
kl. 14.30 Ísrael – Ísland
kl. 17.00 Føroyar – Turkaland
kl. 19.30 Føroyar – Stóra Bretland (U19 venjingardystur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder