Víkingur hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Sebastian Lau Nielsen og eisini sáttmála til og við 2028 við Martin Johansen.
Hesum hevur Víkingur boðað frá tvey tey seinastu kvøldini. Teir skifta úr ávikavist B68 og Skála.
3. november skrivaði Portaluin um, at Martin Johansen var á veg til Víking. Nú hevur 23-ára gamli strandingurin skrivað undir í Sarpugerði. Talan er um álopskendan spælara, sum er beiggi Jákup Johansen. Hann hevur spælt í Víkingi síðani 2020.
- Um hann leggur líka nógv fyri dagin, sum stóribeiggin ger, so verður spennandi at fylgja menningini Vit hava havt eyguni eftir Martin í longri tíð, staðfestir Víkingur.
![]()
Martin Johansen saman við Brandi Jacobsen, formmanni í Víkingi (Mynd: Víkingur)
Sum bolt.fo hevur skrivað um, er Sebastian Lau Nielsen nú Víkingur.
30-ára gamli danin hevur spælt í Føroyum seinastu fimm kappingarárini - øll við B68. Sambært FaroeSoccer hevur Sebastian Lau Nielsen spælt 120 dystir og skorað 22 mál
- Í Sebastiani fáa vit ein hartarbeiðandi og orkuríkan leikara, ið fyri tað mesta spælir á framrættaðu plássunum, staðfestir Víkingur.
Nú hava steypavinnararnir skrivað undir við fýra nýggjar spælarar til næsta ár. Umframt Sebastian og Martin, er talan um Jónas Prior og Jóhan Josephsen.
Sí eisini: Jóhan Josephsen og Jónas Prior hava skrivað undir tvey-ára sáttmálar í Sarpugerði
Báðir eru skaddir í løtuni, men síðstnevndi væntast aftur í desember/januar, og og hjá Jónasi Prior var talan tíbetur ikki um krossbandsskaða. Skanningin vísti skaða á krossband og liðband, men verjuspælarin úr Vágum er møguliga til reiðar til kappingarbryjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald