Kosice, Slovakia (Portalurin): Seinnapartin kom føroyski manslandsliðshópurin í Fótbólti til næststørsta býin í Slovakia.
Sí eisini: Føroyingar fara nú til Slovakia
Eftir nakað av hvíld og mati á gistingarhúsinum, gekk leiðin til ein venjingarvøll í Kosice.
Har fekk Portalurin orð á ein av landsliðsspælarunum, sum er aftur.
- Eg havi bert fingið spælt eini 10 dystir í ár, so tað hevur verið strævið, men tað hevur gingi betri og betri seinastu tíðina, og í eg havi ikki kent meg so væl sum nú í langa tíð.
Soleiðis sigur álopsspælarin úr NSÍ, sum hevur verið skaðadarvaður men kom aftur til barndómsfelagið í summar og var við at vinna fyrsta føroyameistaraheiti á manssíðuni í 19 ár.
![]()
Meinhard Egilsson Olsen saman við landsliðsliðfelaganum Peturi Knudsen og pápanum Egil Olsen gulldagin á Svangaskarði (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fyri fyrstu ferð síðani dystin í Kroatia fyri einum ári síðani, skal Meinhard Egilsson Olsen spæla landsdyst. Tað verður ikki frá byrjan fríggjadagin, væntar 29-ára gamli maðurin við 42 A-landsdystum, men Meinhard er til reiðar at gera ein mun.
- Tað er eitt sindur síðani, at eg havi spælt á so mikið stórum leikvølli. Men tað er slíkt, man spælir fyri og fáa vit eitt stig her, so er støðan sera góð undan
Hoyr samrøðuna við Meinhard Egilsson Olsen ovast
--------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. FM1 og Portalurin vera við á ferðini og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt
---------------------------------------------------------------------
Sendiskrá í Slovakia (FM1):
Hósdagin 12. november
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia
Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald