Fótbóltur

Carrick ikki longur venjari í Manchester United

Sambært SkySports er avtala gjørd við Mauricio Pochettino, sum tó ikki kann byrja fyrr enn komandi landsdystirnir hjá USA eru spældir.

Michael Carrick hevur bert vunnið ein dyst eftir at hann fekk sáttmála sum høvuðsvenjari í Manchester United (Mynd: Darren Staples/AFP/Ritzau Scanpix)

Michael Carrick hevur bert vunnið ein dyst eftir at hann fekk sáttmála sum høvuðsvenjari í Manchester United (Mynd: Darren Staples/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-12 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað, sum leingi hevur verið væntað í enska fótbóltsheiminum, er nú veruleiki. Michael Carrick er ikki longur høvuðsvenjari í Manchester United.

Søguliga felagið hevur í dag boðað frá, at fyrrverandi leikarin, sum seinasta ár varð settur sum fyribils venjari og seinni fekk sáttmála við felagið, ikki longur er venjari í felagnum.

Sambært SkySports arbeiðir felagið við at gera sáttmála við argentinska venjaran, Mauricio Pochettino.

Tað er einans seks mánaðir síðani, at United skrivaði sáttmála við Michael Carrick. Men eftir eina óvanliga vánaliga byrjan upp á kappingarárið við bert einum sigri í 10 dystum, gjørdist ovboðið hjá leiðsluni felagnum, nú felagið liggur til niðurflyting.

Sum skilst er avtala gjørd við Mauricio Pochettino, men hann er í løtuni landsliðsvenjari í USA, og hann kemur neyvan til Manchester fyrr enn USA hevur spæld Nations League dystirnar móti Haiti, sum skulu spælast leygardagin og mikudagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder