Hondbóltur

Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í kvøld

Eftir landsliðssteðg byrjar kvinnudeildin aftur - millum annað er oddadystur í Hoyvík. Dystirnir síggjast á Portal Play.

Neistin vitjar H71, sum beint fyri landsliðssteðgin tapti fyri fyrstu ferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Neistin vitjar H71, sum beint fyri landsliðssteðgin tapti fyri fyrstu ferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-28 10:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir landsliðssteðg verður gongd sett á landskappingina hjá kvinnum aftur. Tríggir dystir verða spældir klokkan 19 í kvøld.

Oddaliðið H71 tekur ímóti Neistanum á øðrum plássi í Hoyvík. Hoyvíkskvinnur taptu dystin móti Stjørnuni undan steðginum, og tískil er lagt upp til spennandi dyst í kvøld.

EB sum hevur seks stig aftaná sjey dystir, og harvið má sigast hava fingið góða byrjan uppá kappingarárið, er á vitjan hjá StÍF á Skála. Strandakvinnur liggja á sætta plássi við trimum stigum.

Triði dysturin er í Vestmanna, har VÍF tekur ímóti Kyndli á aftasta plássi.

[object Object]

Allir tríggir dystirnir byrja klokkan 19 og síggjast á Portal Play. Hald kann teknast fyri 89 krónur um mánaðin og eisini ber til at keypa atgongd til einstakar dystir.

Vitja Portal Play her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder