Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag hevur sett Magnus Michaelsen sum venjara fyri inniróðurin í vetur og bátarnar komandi kappingarár.
Hesum boðar felagið frá á Facebook-síðu sínari.
Hetta er fyrstu ferð, at NHR setur ein venjara við ábyrgd fyri bæði inniróðri og kappróðri í bátunum, boðar felagið frá.
Valið fall á ein lokalan, sum hevur nógvar royndir við rógving.
Magnus Michalsen er úr Norðdepli og hevur vunnið føroyameistaraheiti í bæði 8-mannaførum og 10-mannaførum. Harumframt hevur hann vunnið fleiri stevnusigrar í 6-mannaførum.
– Hetta gleða vit okkum nógv til og eru sannførd um, at Magnus verður ein góður styrkur fyri felagið, skrivar NHR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald