Annað

22 lið kappaðust í Bylgjuni

Í gjár var 3. steypakapping í estetiskum fimleiki.

Kvinnur (Mynd: Føroya Fimleikasamband)

Kvinnur (Mynd: Føroya Fimleikasamband)

2026-03-16 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var 3. steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík, har ársins steypavinnarar vórðu funnir.

Tilsamans 22 lið úr feløgunum KFF, Ljósinum, HF og Støkk luttóku í kappingini.

Úrslitini frá 3. steypakapping gjørdust hesi:

Kvinnur
Nr. 1 gjørdist Lyra hjá Ljósinum við 24,67 stigum og nr. 2 gjørdist Rósan hjá Støkk við 24,12 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 72,67, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Lyra frá Ljósinum eisini ársins steypavinnari 2026.

[object Object]

Unglingar
Nr. 1 gjørdist Norma hjá Ljósinum við 22,13 stigum og nr. 2 gjørdist Aiva hjá Støkk við 19,60 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 67,20, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Norma hjá Ljósinum eisini ársins steypavinnari 2026.

[object Object]

Gentur
Nr. 1 gjørdist Enya hjá HF við 19,18 stigum. Nr. 2 gjørdist Lilja hjá Støkk við 18,40 stigum. Og nr. 3 gjørdist Nova hjá HF við 18,37 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 57,48, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Enya hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

[object Object]

Smágentur
Nr. 1 gjørdist Liva hjá HF við 16,95 stigum. Og nr. 2 gjørdust Vípan og Vióla hjá Støkk við 16,00 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 49,72, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Liva hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

[object Object]

Pinkur
Nr. 1 gjørdist Alda hjá HF við 15,40 stigum. Nr. 2 gjørdist Flykra hjá HF við 13,62 stigum. Og nr. 3 gjørdist Flora hjá Støkk við 13,37 stigum.

Og við einum samlaðum úrsliti á 43,60, frá øllum trimum steypakappingunum, gjørdist Alda hjá HF eisini ársins steypavinnari 2026.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder