- Vit hava framvegis ein góðan møguleika at gera nakað, sum vit ikki hava gjørt áður: At spæla hesar play-off dystirnar um at flyta upp í deild B. Tað hevði verið at tikið eitt stórt fet, og hetta fara vit eftir.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á tíðindafundi á Tórsvølli, sum júst er liðugur. Har setti landsliðsvenjarin orð á uppgávurnar móti Slovakia (13. november á útivølli) og Moldova (16. november á heimavølli)
Síðani kunngjørdi Eyðun Klakstein hópin. Hesir 24 vera við:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari í Haraldsstovu Petersen, ÍBV (Ísland)
Verjuspælarar:
Gunnar Vatnhamar, Vejle (Danmark)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (Italia)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SV Reid (Eysturríki)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (Svøríki)
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Ari Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Miðvallarar:
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Jákup Biskopstø, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Aluminij (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki)
Poul Kallsberg, Hillerød (Danmark)
Aron Benjaminsen, Hearts
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, NSÍ Runavík
Í mun til seinast eru Heini Vatnsdal, Ási Dam, Emil Weihe Joensen og Jørgen Nielsen ikki við. Fyrstnevndi hevur verið skaddur síðani landsdystin í Kasakstan.
Hinvegin eru Jákup Biskopstø og Meinhard Egilsson Olsen aftur. Teir nú royndu spælararnir vórðu mettir at vera ov skaðadarvaðir í september. Jákup og Meinhard gjørdu millum annað stóran mun í sigrunum á Montenegro og Kekkia í fjør.
![]()
Ein ovurfegin Jákup Biskopstø eftir sigurin á Kekkia í oktober 2025
Meinhard Egilsson Olsen legði upp til avgerandi málið (Myndir: Sverri Egholm)
Ari Olsen er aðru ferð úttikin - og fyri fyrstu ferð við A-landsliðnum tá talan er um kappingardystir. Hann var við í Baltic Cup-venjingarkappinginiu í juni og kom inn móti endanum í 1-0 sigrinum á Lettlandi.
28-ára gamli bakkurin er uppvaksin í Skála ÍF og spældi í nógv ár í Vìkingi áðrenn skifti til Vendsyssel, sum skjóti strandingurin var við at flyta upp í næstbestu donsku deildina við. Ari man hava verið nær við landsliðið ferðir, og nú hevur hann avloyst Ása Dam í sambandi við seinastu Nations League-dystirnar.
Arnbjørn Svensson avloysti leikbannaða Andrias Edmundsson í Kasakstan. Nú er gøtumaðurin úttikin - Heini Vatnsdal er skaddur.
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri føroyskar áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027
Dagført: 10.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald