Nú nærkast tíðin til føroyska manslandslandsliðið í hondbólti skal til størstu uppgávuna, sum teir nakrantíð hava staðið fyri framman, nevniliga EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í døgunum 10. til 28. januar.
Áðrenn farið verður til Týsklands, har mótstøðan í bólkaspælinum er Slovenia, Noreg og Poland, verða tveir venjingardystir spældir móti Belgia í Føroyum 5. og 6. januar.
20 spælarar skulu takast út til hópin, sum fer til Týsklands. Nú hevur landsliðsvenjarin Peter Bredstorff-Larsen sent boð eftir 35 leikarum til til ein bruttohóp, sum skal venja saman áðrenn hópurin verður skorin niður til teir endaligu 20 spælararnar.
Kringvarp Føroya kann í dag kunngera hvørjir leikararnir í bruttohópinum eru:
Málverjar
 Pauli Jacobsen, Høj Elitehåndbold
 Aleksandar Lacoc, Neistin
 Nicholas Satchwell, Viking TIF
 Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
 Hørður Trygvason, ÍF Føroyar
Vengur
 Hákun West av Teigum, Füchse Berlin
 Bárður Dam, KÍF
 Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold
 Rói Berg Hansen, Høj Elitehåndbold
 Bogi Hansen, H71
 Leivur Mortensen, FIF Håndbold
 Allan Norðberg, Valur
 Sjúrður Olsen, VÍF
Strikuspælarar
 Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
 Brandur Halgirson, Team Sydhavsøerne
 Niklas Højgaard Hanusarson, IK Skovbakken
 Helgi Hildarson Hoydal, Kristianssand Topphåndbold
 Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK
 Theis Horn Rasmussen, Aarhus AC
 Ísak Jógvan Djurhuus Vedelsbøl, H71
Bakspælarar
 Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
 Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK
 Hallur Arason, VÍF
 Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold
 Bjarni í Selvindi, Kristianssand Topphåndbold
 Kjartan Johansen, Bækkelaget
 Filip Jojic, VÍF
 Julian Kragesteen, Køge Håndbold
 Peter Krogh, Aarhus HC
 Tróndur Mikkelsen, Kristianssand Topphåndbold
 Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
 Óli Mittún, IK Sävehof
 Sveinur Olafsson, H71
 Vilhelm Poulsen, Lemvig-Nissum Håndbold
 Dánjal Ragnarsson, Handknattleiksdeild IBV
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald