Flotta kappingarárið hjá føroyska hondbóltsprofilinum á Fjóni heldur fram.
Í kvøld var seinasti bólkadystur í Champions League á skránni hjá GOG, tá oddaliðið í bólkinum vitjaði.
Sporting CP vann við tveimum málum og tryggjaði harvið nøkur stig við víðari til miðumfarið. Tað var tó ikki uttan tógvið stríð.
Costa-brøðurnir, Kiko og Martim, gingu á odda við sjey málum hvør, og útiliðið var á odda 16-11 í steðginum. Men í 2. hálvleiki svaraði GOG aftur.
Óli Mittún stýrdi spælinum meistaraliga og skoraði sjálvur nógv mál. Saman við sveisiska Manuel Zehnder varð 21-ára gamli føroyingurin toppskjútti við 11 málum.
Hetta var uppá 14 skot og hevði nummar 78 eisini flest upplegg hjá GOG (4).
Nøkur av málunum og uppleggunum hjá Óla síggjast ovast her - avrikið hjá Óla Mittún verður í Danmark millum annað skýrt "formidabelt"
Eingin stig víðari - rakk júst ikki hjá SAH
Nógvu málini og góðu atgerðirnar hjá Mittún rukku tó ikki til sigurs, og Sporting vann bólkin. GOG gjørdist nummar tvey og fer víðari til miðumfari - tó við ongum stigi eftir tvey tap móti portugisika stórfelagnum.
Sama er galdandi hjá Füchse Berlin, sum í kvøld vann 40-33 á RK Partizan eftir sterkan 2. hálvleik og Gidsel-framsýning. Hákun West av Teigum skoraði uppá tvey av sínum trimum skotum í dystinum, sum í roynd og veru ikki hevði nakað serligt at siga.
Veszprem vann bólkin, og tað eru innanhýsis dystirnir millum liðini, ið komu víðari, sum telja í mun til at fáa stig við sær - eins og undir endaspølum.
![]()
Hákun West av Teigum skal skjótt spæla móti Montenegro aftur saman við millum annað Óla Mittún. Stór avbjóðing er fyri framman í Champions League hjá tvífaldu silvurvinnarunum úr Berlin, tí teir hava ikki nakað stig við sær úr bólkaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
Gott mál hjá Hákuni West av Teigum sæst eftir 1.14 her
Øðrvísi var hjá Skanderborg Aarhus, sum spældi ein flottan dyst móti meistarunum úr Barcelona. Jóhan á Plógv Hansen gjørdi sanniliga eisini sítt við fimm málum uppá fimm skot, men Barcelona var stinnari móti endanum og vann 30-27.
Harvið endaði SAH á 3. plássi í bólkinum - Dinamo Bucarest vann samstundis á Montpellier og yvirhálaði í kappingini um 2. plássið. Jóhan og teir skulu harvið í European League, næststerk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald