Kappróður

5 mannafør dreingir: Sílið vann harða kapping

Dreingjaróðurin var merktur av harðari kapping allan róðurin.

2018-07-14 16:20 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tað var hørð kapping millum tríggjar teir fremstu bátarnar frá byrjan til enda.

Jallurin fekk ein fínan start, men Jallurin, Drekin og Sílið gjørdist skjótt púra javnir, og Sílið fekk stavnin undan Jallinum.

Akkurát sum í Vestmanna, vóru bátarnir stavn um stavn - men Sílið tók dik á seg og fór hálvan skutin framum Jallin. Drekin og Royndin Fríða kappaðust um triðja plássið. 

Royndin Fríða og Heykur vóru javnir og kappaðust um fjórða plássið, men Heykur fór afturum og endaði á 10. plássi.

Tað var hørð kapping, og Sílið fór at ganga. Drekin fekk eisini glið á, og endin var, at Sílið úr Havnar Róðrarfelag var skutin frammanfyri Drekan, og Jallurin endaði á triðja plássið.

 

5 mannafør dreingir úrslit:

1. Sílið              05.14.00
2. Drekin           05.14.25
3. Jallurin          05.14.40
4. Royndin Fríða 05.18.27
5. Tjaldrið          05.21.14
6. Ørnin            05.22.24
7. Firvaldur        05.28.01
8. Silja              05.29.49
9. Ingibjørg       05.31.16
10. Heykur        05.32.29

FM støðan

1 Sílið 36

2 Drekin og Jallurin 35

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder