Hondbóltur

Myndir: Stórur áhugi undan seinasta EM-undandystinum

Nógv fólk til føroysku venjingina í kvøld, har Føroyar fyrieikaðu seg til at taka móti Ukraina fyri fullsettari høll við Tjarnir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-10 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast Føroyar hava spælt seg til EM-endaspælið er nógv uppá spæl í morgin: 

- Fáa Føroyar stig, so er 1. plássið tryggjað og lið fer í styrkisbólk nummar tvey av teimum fýra í lutakastinum

- Tapa Føroyar fyri Ukraina aftur, samstundis sum stórfavorittarnir úr Niðurlondum vinna á Kosovo í Rotterdam, endar Føroyar á 2. plássi í bólkinum og i 4. og niðasta styrkisbólkinum til EM-lutakastið.

Bólkur 6  í undankappingini til EM 2026: 
6. og seinasta umfar - sunnudagin 11. mai

Føroyar - Ukraina
Niðurlond - Kosovo

(Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00)

1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Peter Bredsdorff-Larsen fyrireikaði í kvøld sínar menn uppá at møta einum 7 móti 6 álopi, sum Ukraina fekk at eydnast so væl í dystinum móti Føroyum í november. Hetta er einasti dystur, sum Føroyar hava tapt í undankappingini higartil.

Eisini var føroyska álopsspælið fínpussað. Allir mans, sum í gjárkvøldið lendu í Vágum, vandu við og tyktist vera komin fyri seg eftir dystin og ferðina.

Nógv fólk hugdu á - miðlar og onnur áhugaði. Nøkur fólk frá landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum stungu høvdið inn; millum hesi Føroya løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder