
26. apríl 2023 var lagnudystur í Høllini á Hálsi. Føroyar skuldu so at siga vinna á Ukraina fyri at hava møguleika at koma við til EM-endaspælið í Týsklandi árið eftir.
Hetta eydnaðist eisini við sannførandi 33-26 sigri. Unga føroyska liðið stóð móti trýstinum, eins og tað hevur gjørt í sínum báðum seinastu dystum (í Kosovo og í Niðurlondum), og vann á fyrsta sinni á Ukraina.
Hákun West av Teigum skorar trygt í fullsettu høllini á Hálsi. Í dag skal toppskjúttin frá dystinum í Kosovo aftur gera gera bart - frammanfyri umleið 3.000 føroyingum
Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, sum tá mannaðu miðverjuna, fegnast eftir seinasta bríks. Krogh og Nicholas Satchwell, teir mest royndu spælararnir, eru nú skaddir (Myndir: Sverri Egholm)
Føroyar hava annars nakrar ringar royndir í manshondbólti móti Ukraina. Liðini hava nú verið í bólki saman fýra ferðir síðani 2018, og Ukraina hevur vunnið hvørjaferð - fyriuttan omanfyri nevnda dystin á Hálsi.
Tveir sigrar hjá Ukraina hava verið við einum máli: Dramatiski "heimadysturin" í Royal Arena í 2019 (26-27) og tann á Hálsi tvey ár seinni (25-26). Hesin seinni var tann fyrsti A-landsdysturin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Elias gjørdi bart, tá hann kom á vøllin móti Ukraina á Hálsi sum 17-ára gamal - nú skal hann royna at føra Føroyar móti einum fyrsta plássi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sí eisini: Elias: Fegnast í kvøld - so fara vit eftir fyrsta plássinum
Í november sóú Føroyar út til at hava fult tamarhald á støðuni, tá liðini hittust í Litava. Ukraina, sum tá hevði heimavøll í Vilnius, var tó væl hvassari í 2. hálvleiki. Hetta er higartil einasta tapi hjá Føroyum í hesari undankappingini.
Eitt tap móti Ukraina í dag hevði verið dýrt, hóast EM-plássið er tryggjað:
- Fáa Føroyar stig í dag, so er 1. plássið tryggjað og liðið fer í styrkisbólk nummar tvey av teimum fýra í lutakastinum
- Tapa Føroyar fyri Ukraina aftur, samstundis sum stórfavorittarnir úr Niðurlondum vinna á Kosovo í Rotterdam, endar Føroyar á 2. plássi í bólkinum og i 4. og niðasta styrkisbólkinum til EM-lutakastið.
Føroyar vóru langt frammanfyri móti Ukraina fyri stegðin, men tað gekk síðani galið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Les meira: Kann verða ein tungur dystur við Tjarnir
Ukraina spælir fyri einum EM-plássi, so hetta kann eisini verða in stór avbjóðing hjá føroyska liðnum.
Føroyar standa sum favorittar og hava eisini nógvir spentir heimáskoðarar í rygginum. Seinasta tapið á heimavølli hjá manslandsliðnum er afturi í 2022. Nógv verður eisini gjørt burturúr við upphiting og øðrum, og HSF heitir á fólk um at møta tíðliga við Tjarnir og koyra saman til høllina.
Tað kann gerast ein verulig føroysk fólkaveitsla við Tjarnir í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: (Myndir) - Stórur áhugi undan seinasta EM-undandystinum
Bólkur 6 í undankappingini til EM 2026:
6. og seinasta umfar - í dag, sunnudagin 11. mai
Føroyar - Ukraina
Niðurlond - Kosovo
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17.00)
1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
Portalurin verður á staðnum við fleiri fólki. Vit hava beinleiðis blogg og ymiskt tilfar úr høllini við Tjarnir seinnapartin og út á kvøldið.
Sí eisini: Leivur: - Vit hava svarini uppá at sigra hesaferð (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald