
Tveir føroyskir landsliðsprofilar vóru við at fáa góð úrslit í fremstu donsku kvinnudeildini í gjár.
Hjá Súnu Krossteig Hansen og Saknderborg var talan um fyrsta play-off dystin um upp- og niðurflyting. Holstebro, sum í ár hevur spælt í næstbestu deildini, bjóðaði av í Skanderborg. Tað endaði tó við tryggum heimasigri. Skanderborg vann 36-29 eftir hálvleiksstøðuna 17-12.
Súna er ikki skrásett fyri nakað mál í dystinum. Hon hevur sáttmála við Saknderborg fyri 2025/2026 eisini - um Skanderborg vinnur í Holstebro hóskvøldið, so er plássið í Kvindeligaen tryggjað.
Súna K. Hansen (Mynd: Skanderborg)
Jana Mittún og Viborg eru í ovara endaspælinum. Tær hava nú einki ítøkiligt at spæla fyri, men í gjár gjørdist tó talan um eitt flott útslit: Javnleik móti meistarunum og Champions League hálvfinalistunum úr Team Esbjerg.
Viborg var annars aftanfyri 15-20 í steðginum í heimadystinum, men í 2. hálvleiki gjørdu tær í grønum bart. Ida Marie Kaysen kom inn í málið og gjørdi sítt - við millum annað trimum brotskastsbjargingum - og Jana Mittún spældi ein frálíkan dyst.
Føroyski landsliðsprofilurin átti heili átta upplegg, vann eitt brotskast og skoraði uppá øll síni trý skot. Tað endaði 31-31. Týðandi fyri Janu og Viborg at fáa slíkan dyst - tær hava tveir dystir eftir í kappingarárinum.
Í hinum bólkinum stríðast Maria Pálsdóttir Nólsoy og HH Eilte við København og Pernille Brandenborg um hálvfinalupláss. Har sær gott út hjá Mariu og teimum.
Sí eisini: Maria beinleidðis við í tíggju málum tá Horsens nærkaðis halvfinaluplássi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald