Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi ein lutfalsliga vánaligan landsdyst móti Niðurlondum fyri viku síðani og ikki upp ímóti sínum toppstigi móti Danmark sunnudagin, hóast har vóru fleiri góðir smálutir og snild ting.
Eitt slag inn á lærið - beint omanfyri knæðið - móti Niðurlondum ávirkaði føroyska spælskiparan, og hetta var eisini við í avgerðini hjá Filip Jicha í ikki at byrja við Eliasi á Skipagøtu í steypakappingini í gjár. Við heimasíðuna hjá Kiel sigur venjarin, at føroyingurin var skaðadarvaður, og at "føroyska landsliðið kanska ikki ansaði nóg væl eftir Eliasi".
Men føroyski spælskiparin var nóg birgur at koma inn seinastu tjúgu minuttirnar, skora sjey mál, leggja upp til onnur, vinna brotskast og fáa ferð á.
Harvið gjørdi Elias á Skipagøtu stóran mun uppá lítið av tíð. Sum thw-handball.de skrivar, so var Balingen komið á odda 28-26, tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir. Síðani tók Jicha leikbrá, setti nummar 71 úr Hoyvík inn at stýra 7 móti 6, og úrslitið var hareftir.
Kiel skoraði 13 mál hesar smáu tjúgu minuttirnar, og Elias Ellefsen á Skipagøtu varð næstbesti toppskjútti - hann skoraði sjey mál uppá samanlagt 22 leikminuttir í áttandapartsfinaluni.
Hæddarpunkt síggjast her - tíverri er bert eitt vunni brotskast hjá Eliasi við
Føroyski spælskiparin var flúgvandi fyri Kiel, tá hann kom inn í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm
Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf vóru á veg í fjórðingsfinaluna - á odda við tveimum tá seinasti minuttir í longdu leiktíðini byrjaði - men Bergischer HC javnaði við tveimum skjótum málum.
Harvið varð neyðugt við tíggju minuttum afturat. Har var Bergischer kaldari og vann dramatiska dystin eftir 80 minuttir.
Vilhelm Poulsen gjørdi sítt við fýra málum. Øll vóru verulig høgg, har hoyvíkingurin á høgra bakki hjá Hannover varð spældur upp til skot útifrá.
Sí málini hjá Vilhelm og hæddarpunkt her
Í kvøld klokkan 18 spæla Hákun West av Teigum og Füchse Berlin um at koma í fjórðingsfinalu. Hetta við heimadyst móti Eisenach
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald