Annað

700 renna maraton í Havn sunnudagin

Rennarar úr 34 londum leita sær til Havnar í sambandi við Tórshavn marathon 2026.

(Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2026-06-04 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin fyllist høvuðsstaðurin aftur við føroyskum og útlendskum rennarum, tá Tórshavn marathon er á skránni 24. árið á rað.

Møguligt er at renna marathon, hálvt marathon, 10 ella 5,5 kilometrar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon.

Tilmeldingin hevur verið støðug, síðani hon lat upp beint eftir seinasta marathon og fyri viku síðani, tá tilmeldingin lat aftur, vóru uppímóti 700 rennarar og gongufólk tilmeldað. Rennararnir eru úr 34 ymiskum londum, skrivar Ítróttafelagið Bragdið, sum skipar fyri.

Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur í Vágsbotn.

Gongufólkini byrja í Kaldbak. Tey verða koyrd í bussum av farstøðini klokkan 12.30 og byrja at ganga úr Kaldbak klokkan 13.

Týski rennarin Raoul Jankowski, sum hevur vunnið Tórshavn Marathon tríggjar ferðir og eisini eigur rutumetið á 2 tímar 35 min og 11 sek, sum hann setti í 2022, er við til Tórshavn Marathon aftur í ár. Spennandi verður at vita, um hann fer at vinna aftur í ár.

Startskotið til Tórshavn Marathon verður í Vágsbotni sunnudagin 7. juni klokkan 13. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og
Kaldbak, men vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. 

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder