Annað

75 leikarar kappaðust til Trygd Open 2026

Um vikuskiftið var liðkapping í badminton í Klaksvík.

2026-02-23 18:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Badmintonsamband Føroya: Leygardagin 21. februar var liðkapping í badminton í Klaksvík. Tilmeldaðir vóru 75 leikarar, og kappast var í trimum bólkum, U11-U15 dreingir, U11-15 blandað lið og U17-vaksin blandað lið.

Í mun til undanfarin ár, tá leikararnir hava meldað til sum lið úr egnum felag, vórðu liðini hesuferð sett saman tvørturum árgangir og feløg.

Endamálið er at skapa trivna og samanhald millum leikarar úr ymsu feløgunum.

Hetta er ein leistur, sum Badmintonsambandið hevur arbeitt við eina tíð, og við hesum fáa leikarar úr smærri feløgunum eisini møguleika at vera partur av liðkappingini.

Kappingin var jøvn og spennandi, og leikarar og fyriskiparar vóru væl nøgd við nýggja kappingarleistin og dagin.

Eftir ætlan verður liðkappingin árligt afturvendandi tiltak hjá Badmintonsambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder