Annað

88 fimleikarar kappaðust um 54 steyp

Fleiri gjørdu bart til árligu steypakappingina í amboðsfimleiki Fimi um vikuskiftið - sí myndir og yvirlit yvir heiðursmerkjavinnarar.

Marin Danielsen úr Havnar Fimleikafelag vann fleiri kappingar (Mynd: fimleikur.fo)

Marin Danielsen úr Havnar Fimleikafelag vann fleiri kappingar (Mynd: fimleikur.fo)

2026-02-23 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 21. februar 2026 og sunnudagin 22. februar var árliga steypakappingin í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.

Fimleikasamband Føroya skrivar, at 88 fimleikarar royndu seg:

- Fyrrapart leygardag kappast stig 5, 6, 7, kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn. Seinnapart kappast stig 4, og sunnudagin kappaðust piltar og smádreingir.

Sí yvirlit og myndir her

Kappast varð um at blíva steypavinnari av hvørjum amboði í hvørjum bólki.

Fleiri fimleikarar vunnu í fleiri greinum - til ber at síggja fullfíggjað yvirlit við myndum av heiðursmerkjavinnarum á fimleikur.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder