Fyrsti triðingur í áhugaverdu Meistaradeildini hjá monnum kemur at enda um vikuskiftið.
Dystirnir eru nakað spjaddir. Hetta kemst av, at KÍ og NSÍ skulu spæla hálvfinalu í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin, og at tað ikki skal gerast alt ov tætt millum dystirnar.
Harvið spælir NSÍ fríggjakvøldið og KÍ leygarkvøldið, og talan er um á pappírium stórdystir - móti teimum báðum stóru havnarfeløgunum.
Dysturin í Gundadali leygardagin er beinleiðis oddadystur, meðan tann við Løkin hóskvøldið kann merkja nógv fyri lagnuna hjá NSÍ og HB frameftir.
Sunnudagin er tríggir á pappírinum tættir dystir á skránni.
![]()
Skráin fyri umfarið um vikuskifti (Mynd: FSF)
FM1 sigur frá øllum dystunum, fyriuttan tí í Sørvági. Sum vanligt ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
![]()
Støðan
Sí eisini: B36 var einasti vinnarin í 8. umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald