Landsliðsvenjararnir hjá monnum Sonni Larsen og Dia Midjord hava úttikið 16 leikarar til HM-undandystirnar í januar.
Fleiri leikarar eru ikki tøkir vegna skaðar, og ger hetta, at pláss er fyri fleiri nýggjum andlitum á landsliðnum. Hesir 16 leikarar eru úttiknir til dystirnar í Luksemburg 10. – 12. januar.
Málverjar:
 Nicholas Satchwell, Neistin
 Tóraldur Kollsker, Fredriksberg IF 
Útileikarar:
 Brandur Halgirsson, Ajax København
 Hilmar Leon Jakobsen, H71
 Teis Horn Rasmussen, HEI /Skæring
 Jónas G. Djurhuus, Fredriksberg IF
 Kjartan Johansen, Viking Stavanger
 Peter Krogh, H71
 Vilhelm Poulsen, H71
 Leivur Mortensen, H71
 Rói Berg Hansen, FIF
 Nicklas Selvig, KÍF
 Pætur Thomsen, H71
 Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
 Rókur Akralíð, HEI/Skæring
 Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
HM-undankappingin verður leikt í Luksemburg, dagarnir 10. – 12. januar.
Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
 Fríggjadagin 10. jan kl. 16.00 Litava – Føroyar
 Leygardagin 11. jan kl. 14.00 Føroyar – Slovakia
 Sunnudagin 12. jan kl. 16.30 Føroyar – Luksemburg
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald