Berlin, Týskland (Portalurin): - Fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa pulsin niður og so royna at sova. Tað verður nokk øðiiliga torført í nátt. Men í øllum førum hvíla okkum so nógv sum gjørligt og fáa ein góðan ferðadag í morgin við nógvari hvíld.
Soleiðis segði Pauli Jacobsen í høllini í Tuzla, tá Portalurin í gjárkvøldið fekk orð á føroyska málverjan, sum man metast at vera dagsins maður í 24-22 sigrinum í fyrra HM-røkkstøkk dystinum.
Les eisini: Vunnu eftir tógvið stríð í Tuzla - verður avgjørt við Tjarnir leygarkvøldið
Sí eisini - tøl og annað: Hákun West av Teigum greiður toppskjútti - Pauli Jacobsen stóð branddyst í Bosnia
Liðformaðurin og liðfelagarnir hava ikki fingið "sovið uppá sigurin". Eftir máltíðina á gistingarhúsinum í Bosnia, var klokkan farin av 23 lokala tíð. Fimm tímar seinni koyrdi bussurin við kós móti flogvøllinum í Tuzla, og síðani gekk leiðin til Berlin við Wizz Air.
![]()
Óli Mittún og hinir hava longu verið á flogi aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Føroyar vunnu verjubrakið í Bosnia
Túrurin til Tuzla mánadagin var drúgvur. Hesaferð sleppir føroyska hondbóltsferðalagið undan busstúri millum býin, har dysturin var í gjár, og Sarajevo. Og tað er eisini styttri millum teir tríggjar flogtúrarnar á heimferðini.
Steðgurin í Berlin er til klokkan níggju føroyska tíð, og síðani er aftur ein stuttur steðgur, áðrenn flogið verður til Føroya úr Kastrup.
Eftir ætlan lendir landsliðið, sum ætlar sær til HM her í Týsklandi í januar, í Vágum klokkan 13.40. Eftir mat og hvíld er venjing á skránni við Tjarnir klokkan 18 - og síðani meira hvíld.
- Tá vit so koma til Føroya: Aftur hvíld, síðani venjing við Tjarnir har vit fáa rist flúgvingina úr beininum og so langan náttarsvøvn leygarnáttina, so vit eru 100 prosent til dystin við Tjarnir leygarkvøldið, staðfestir Pauli Jacobsen.
![]()
Hákun West av Teigumm Pauli Jacobsen og hinir aftur á ferð
Les meira um hví so stutt er millum dystirnar her: Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og Tjarnir
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia&Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið
FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18, og hevur beinleiðis sending í dag klokkan 16. Har taka Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam samanum dystin í gjár og hyggja fram ímóti seinna og avgerandi heimadystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald