
Pristina, Kosovo, (Portalurin): Føroyska liðið er byrjað heimferðina. Bussur var eftir liðnum á Hotel Internationl klokkan 9.30 lokala tíð.
Nakrar tímar frammaundan høvdu Føroyar vunnið sær pláss í EM-endaspælinum 2026. Ein stór løta og sjálvsagt eitt lætt huglag í og kring hópin, men man fór ikki "upp undir loftið" av frøi.
Sí eisini:
Myndir: Annar parturin av EM-kapittlinum skal skrivast
Norðmenn bjóða føroyingum vælkomnum
Video:
Bredsdorff: Eru meira nátúrligt glaðir enn í Eysturríki
Pauli og Hákun - Vit halda høvdið kalt og koma aftur í dystin
Elias: Fegnast í kvøld - so fara vit eftir fyrsta plássinum
Føroyingarnir vita, at tað er stutt til næsta dyst, og at heimadysturin móti Ukraina verður avgerandi fyri styrkismetingina til EM-lutakastið í næstu viku.
- Hóast undankappingin ikki er liðug enn, er tað bert ein spurningur, hvørt Føroyar gerast nummar 1 ella 2 í bólkinum. Hetta hevur tó týdning í mun til lutakastið til endaspælið, tí Føroyar kunnu enda í bæði potti 2, 3 ella 4, hetta alt eftir hvørt Føroyar gerðast nummar 1 ella 2 í bólkinum, og hvussu úrslitini annars hátta seg í hinum bólkunum. Styrkismetingin kemur at byggja á hesa undankappingina og so úrslitið av endaspælinum í 2024.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya. Sum skilst, eru tað góð sannlíkindi at enda í styrkisbólki tvey av fýra, um Føroyar vinna á Ukraina við Tjarnir sunnudagin. Tað er tó ikki vist - til EM fyri tveimum árum síðani vóru Føroyar í fjórða og niðasta styrkisbólki.
Eitt stig krevst fyri at enda ovast í undanbólkinum. Fyrst er ein ferð við trimum flogtúrum á skránni: Tann fyrsti verður nú - millum Pristina og Wien. Síðani er tað skjótt víðari úr eysturríkska høvuðsstaðnum til Kastrup, har føroyska liðið skal fanga kvøldflogfari til Føroya. Síðani er hvíld og venjing á skránni í morgin.
Sí myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið í Pristina fyrrapartin, niðanfyri:
-
-
-
-
-
Ísak Vedelsbøl og Allan Norðberg á flogvøllinum í Kosovo - herfrá verður flogið um eina lítla løtu (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald