Fótbóltur

AB hevur gjørt sáttmála við danskan málverja

23-ára gamli William Tønning kemur úr svenskum fótbólti og skal manna málverjatoymið saman við Antonio Borelli - Rói Zachariasen er framvegis darvaður av skaða.

2023-01-17 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað hevur stóran týdning at hava tveir kappingarførar málmenn í einum Betrideildarhópi. Upprunaliga var ætlanin hjá AB í hesum kappingarárinum, at lokali Rói Zachariasen og amerikanski Antonio Borelli skuldu kappast um plássið í 2023, men so verður ikki í fyrstu syftu.

Hetta skrivar AB á Facebook-síðu sínari í samband við, at ein nýggjur danskur málverji er kunngjørdur. Hann kemur ístaðin fyri lokala Róa Zachariasen, ið vendi aftur seinasta vetur. Skaðar hava tó lagt meinbogar í vegin.

Um støðuna hjá Róa Zachariasen skrívar AB, at hann hevur verið nógv darvaður av skaða í bæði ryggi og knøum, og hetta gjørdi sítt til, at 24-ára gamli argjamaðurin ikki spældi fleiri enn 11 dystir í Betrideildini í farna kappingarári.

-Nú er greitt, at Rói verður í øllum førum ikki klárur fyribils. AB ynskir honum góðan bata við skaðanum og vónar, at hann kemur fyri seg og kann spæla fótbólt aftur.

- Við hesari støðuni í huga hevur AB funnið nýggjan, danskan málverja. Hann eitur William Tønning, er 23 ára gamal og ættaður úr Slagelse, har hann eisini hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur, skrivar Argja Bóltfelag.

Síðstu tvey árini hevur William Tønning spælt í triðbestu svensku deildini - við feløgunum Ytterhogdal og IFK Luleå. Nú er hann komin til Føroyar, har hann skal kappast við Antonio Borelli um plássið í AB-málið. Borelli spældi sjey dystir, eftir at hann kom síðsta summar. Amerikumaðurin var liðformaður nakrar dystir og helt málið reint í tveimum dystum.

AB skrivar, at fyrsta avbjóðing hjá Williami Tønning í AB-blusuni bíðar í morgin, tá ið AB spælir ímóti ÍF í VFF-Cup. Dysturin byrjar kl 19 og verður spældur á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder