Adrian á ársins liði

Næstbesta danska fótbóltsdeildin, Betinia Liga, hevur samansett eitt lið av leikarum, ið hava klárað seg best í hesum leikárinum.

(Mynd: AC Horsens)

(Mynd: AC Horsens)

2026-06-03 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir kappingarlok hevur Betinia Liga, sum er næstbesta deildin, sett ársins lið í deildini, tað vil siga eitt lið samansett av spælarum, sum verða mettir at hava klárað seg best gjøgnum alt kappingarárið.

Og her er ein føroyingur við, nevniliga Adrian Justinussen, sum spælir við AC Horsens, ið er eitt av feløgunum, sum nú flytir upp í Superliguna.

Adrian Justinussen byrjaði hetta kappingarárið í Hillerød, men flutti til AC Horsens í vetrarstøðginum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder