Fótbóltur

Ælabogalitir í fótbólti skilir partarnar

Ein lítil meiriluti er ímóti, at ælabogalitir skulu brúkast á einum fótbóltsvølli. 6500 brúkarar hava seinastu tímarnar atkvøtt á Portalinum.

Millum annað liðskiparin á besta kvinnuliðnum hjá B36 brúkar ælabogalitt band (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Millum annað liðskiparin á besta kvinnuliðnum hjá B36 brúkar ælabogalitt band (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-23 16:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Málið um ælabogalitt liðskiparaband og sveittiband hjá dómara, hevur seinasta samdøgrið elvt til nógv kjak. Orsøkin er, at FSF hevur sent limafeløgunum boð um, at tað ikki verður góðtikið at bera slík bond.

Síðani hevur Fótbóltssambandið boðað frá, at starvsnevndin fer at taka spurningin upp til viðgerðar.

Á Portalinum hevur atkvøðugreiðsla um hendan spurningin ligið úti síðani klokkan hálvgun ellivu, og nú klokkan er farin av 16, eru tað fleiri enn 6500 brúkarar sum hava atkvøtt. Og greitt er, at spurningurin skilir vøtnini.

Uppá spurningin “Heldur tú, at fótbóltsspælarar skulu sleppa at brúka ælabogalitir á vøllinum” svara 47 prosent ja, meðan 48 prosent svara nei. Fimm prosent siga seg ikki vita.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder