- Ja, sjálvandi var eg eitt sindur stúrin, tá eg breyt fingurin. Men eg fann skjótt útav, at tað ikki var so galið, og at eg nokk skulu vera tøk til EM.
Lív Bentsdóttir Zachariasen breyt fingurin til landsliðsvenjing í september og var harvið ikki við til venjingar og venjingardystir í oktober. Men verjuprofilurin spælir aftur - við einum tape'i á einum av fingrunum á vinstru hond. Tað órógvar ikki nakað serligt, sigur hon við Portalin.
24-ára gamla hoyvíkskvinnan er ein av teimum, sum hevur spælt rímiliga nógvar landsdystir - í einum ungum hópi, har dynamikkurin tó er góður, staðfestir Lív.
Sí samrøðuna, sum var gjørd undan fyrstu venjingini í EM-samlingini, ovast
FM1 og Portalurin vera við í Póllandi og fara at gera nógv burturúr næstu tíðina
Sí eisini: Tíggju og tólv dagar: Nú byrjar niðurteljingin av álvara
---------------------------------------------------------------------------------
Mánadagin 23. november - mikudagin 25. november, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar á annan hátt - fráferð til Noregs verður mikudagin
Hósdagin 26. november, Trondheim
17.00: Noreg - Føroyar (Golden League, venjingardystur)
Leygardagin 28. november, Trondheim
13.00: Danmark - Føroyar (Golden League, venjingardystur)
Sunnudagin 29. november
Venjing í Noreg og ferðing til Føroyar
Mánadagin 30. november - mikudagin 2. desember, Føroyar
Venjingar og fyrireikingar
Hósdagin 3. desember
Fráferð til Pólland (Beinleiðis fráferð til Katowice)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald