Hondbóltur

Afturelding javnaði í føroyingahálvfinalunum í Íslandi

Tað hjálpti lítið hjá Vali, at Bjarni í Selvindi varð toppskjútti við átta málum og við tíggju føroyingamálum, tá Afturelding skoraði yvir 30 ferðir. Triðja hálvfinalan verður fríggjakvøldið.

Kvívíkingur Hallur Arason og hoyvíkingurin Sveinur Olafsson vóru við at vinna greitt á Vali í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kvívíkingur Hallur Arason og hoyvíkingurin Sveinur Olafsson vóru við at vinna greitt á Vali í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-23 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verjuparturin hjá Afturelding var sterkur í gjár, tá liðið í Mosfellsbær vann greitt á Vali og harvið svaraði aftur.

Valsmenn vunnu eftir longda leiktíð í fyrstu hálvfinaluni, og tá gjørdi Bjarni í Selvindi av álvara bart.

Skálamaðurin spældi aftur væl í gjár, tá hann skeyt átta mál - talan var um níggju í fyrstu hálvfinaluni - men Valur skoraði bert 23 ferðir.

[object Object]

Sveinur Olafsson hevur sín leiklut í verjuni hjá Afturelding. Føroyski liðfelagin Hallur Arason skeyt eitt mál í 31-23 sigrinum. Allan Norðberg skoraði tvey mál í gjár.

Triðja hálvfinalan millum føroyingafeløgini, sum stríðast um finalupláss í Íslandi, verður flaggdagin, fríggjadagin 25. apríl. Fyrsta liðið at vinna tríggjar hálvfinalur kemur víðari.

Hálvfinalurøðin millum Val (Allan Norðberg og Bjarna í Selvindi) og Afturelding (Hall Arason og Svein Olafsson)

1. hálvfinala: 17. apríl: Valur – Afturelding 35:33 eftir longda leiktíð (29:29 eftir vanliga leiktíð)
2. hálvfinala: Í gjár, 22. apríl: Afturelding – Valur 31:23 (16:10)

1-1 í dystum nú - spælt verður fyrst upp í tríggjar

3. hálvfinala: Fríggjakvøldið 25. apríl: Valur – Afturelding
4. hálvfinala: 28. apríl: Afturelding – Valur

Møgulig 5. hálvfinala: 2. maí: Valur – Afturelding


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder