Umframt tær 16, sum eftir ætlan skulu á dómaraseðlan til dystin móti Portugal í annaðkvøld, vandi ein ung vágskvinna við liðnum í gjár.
Tað gjørdi hon, umfamt aðrar í U20-landsliðsaldri, eisini í Hoyvík sunnukvøldið, og landsliðsvenjararnir vátta fyri Portalinum, at Agatha Kjærbæk Djurhuus skal venja við A-landsliðnum til allar venjingarnar í Føroyum í hesum landsliðsvindeyganum.
(Mynd: Sverri Egholm)
19-ára gamli strikuspælarin og miðverjin er í gongd við eitt gott kappingarár í VB, har hon, sambært handballstatz, hevur skorað 81 mál. Tað svarar til nærum fimm mál í miðal fyri hvønn dyst.
![]()
Agatha Djurhuus (nr. 11) í dysti móti EB (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Her sæst Agatha liggjandi í dysti móti Spania í EM-endaspælinum (Mynd: EFH/Kolektiff)
Agatha hevði eisini eitt gott U19 EM endaspæl í fjør, og árgangurin hevur eitt U20 HM fyri framman í summar.
Ungi strikuspælarin verður ikki partur av dystarhópinum mikukvøldið, tá Føroyar spæla týðandi EM-undankappingardyst, uttan so okkurt óvæntað hendir við einum av hinum strikuspælarunum.
Men støðan er tann, at Bjarta Johansen gevst eftir landsdystirnar í apríl, og at venjararnir og HSF hyggja frameftir. Millum annað tí hevur Agatha Kjærbæk Djurhuus fingið møguleikan at vísa seg fram til venjingar saman við teimum bestu føroysku spælarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald