placeholder
Hondbóltur

Áhugi er fyri Teis úr Týsklandi

Í øllum førum eitt Bundesliga-felag vil gjarna hava fatur á sterka føroyska strikuspælaranum, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

Teis Horn Rasmussen vísti seg væl fram til EM-endaspælið í Týsklandi í januar. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen vísti seg væl fram til EM-endaspælið í Týsklandi í januar. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-27 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summir føroyskir landsliðsspælarar fara at skifta felag í summar, og spurningurin er, um Teis Horn Rasmussen er ein teirra. 

27-ára gamli strikuspælarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Aarhus HC, sum hann hevur spælt hetta kappingarárið. Tað er tó ymiskt, ið bendir á, at Teis kann taka fetið frá næstbestu donsku deildina og nakað hægri upp.

Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri góðum keldum, at minst eitt felag í Bundesliguni er áhugað í Teis Horn Rasmussen.

Fremsta týska deildin er tann fremsta av øllum í Evropa, og har spæla longu fleiri føroyingar. 

Summar leysasøgur siga, at talan er um HSG Wetzlar, sum í løtuni er á 11. plássið í deildini, sum telur 18 lið. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað - og heldur ikki hvussu nær við tað er, at ein avtala verður gjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder