Fótbóltur

Aidan Liu heldur fram í B68

Høgi og sterki 22-ára gamli miðverjin var umráðandi partur av góðu gongdini í seinnu hálvu í fjør og hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála. Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, sigur hann.

Aidan Liu var ein av teimum verjuspælarunum, sum í fjør var sterkast í nærdystum - serliga í luftini. - Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar. Eg eri klárur at fara til arbeiðis, og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68 (Mynd: Sverri Egholm)

Aidan Liu var ein av teimum verjuspælarunum, sum í fjør var sterkast í nærdystum - serliga í luftini. - Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar. Eg eri klárur at fara til arbeiðis, og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-30 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 hevur í vetur leitað eftir einum miðverja. Fyrsta raðfestingin var at fáa Aidan Liu at halda fram. Felagið á Toftum leigaði hann úr Vejle í fjør, og spældi 193 cm høgi miðverjin ein týðandi leiklut í, at liðið vendi støðuni, ið var at B68 lá til niðurflyting.

- Síðsta ár hevði B68 ein ótrúligan endaspurt og var fjórðbesta lið eftir summarhálvuna. Við flestu av somu leikarum og framburðinum frá seinasta árið í huga og umframt nakrar nýggjar sera sera sterkar leikarar, kunnu vit nú síggja fram til at byggja uppá tað góða arbeiðið í felagnum og taka enn fleiri fet uppeftir.

Soleiðis stendur á Facebook-síðuni á B68 í samband við, at ein tvey-ára sáttmáli við 22-ára gamla miðverjan er gjørdur. Tað tyktiskt annars greitt - ella íhvussu er mest sannlíkt - fyrr í vetur, at Aidan Liu fór at spæla aðrastaðni í ár. Har vóru eisini aðrir møguleikar, men tað er nakað serligt í og rundanum B68 staðfestir hann.

- Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki mangla, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, - Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar. Eg eri klárur at fara til arbeiðis, og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68.

Aidan Liu er uppvaksin í USA og hevur kinesiskar røtur. Hann kom til danskan fótbólt í 2018, fyrst til HB Køge. Hann er skrásettur fyri 26 dystir og trý mál fyri B68.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder