Eftir dystirnar í kvøld er greitt, júst hvørjir fýra møguleikar eru hjá føroyska manslandsliðnum til Nations League-røkkstøkkdystirnar í mars 2027.
Talan er um teir fýra tapararnir í Deild B, sum Føroyar royna at koma upp í nú. Talan er um liðini, sum endaði aftast í sínum bólki, har fýra lið vóru í hvørji.
Bólkur 1:
Norðurmakedónia - endaði aftast við ongum stigi
Bólkur 2:
Georgia - endaði aftast við ongum sigri (2 stig)
Ukraina vann 1-0 á Georgia í avgerandi dystinum um at sleppa undan aftasta plássinum. Hann varð spældur í Kosice í kvøld - á leikvøllinum har Føroyar og Slovakia spældu 2-2 javnleik fríggjakvøldið.
Sterki georgiski miðverjin Luka Lochoshvili fekk reytt kort og hevur harvið leikbann fyrra dystin í mars. Heimsstjørnan úr PSG, Khvicha Kvaratskhelia, hevur álvarsaman knæskaða, og verður ikki við tá røkkstøkkdystirnir verða spældir.
Bólkur 3:
Ísrael - endaði aftast við fýra stigum (fýra javnleikir í seks dystum)
Ísrael megnaði at spæla javnt móti bólkavinnarunum Eysturríki í kvøld, men tað var ikki nóg mikið. Dysturin varð spældur í Ungarn, og í løtuni eru heimadystirnir hjá Ísrael ikki í heimlandinum.
Bólkur 4:
Rumenia - endaði aftast (ein sigur og fimm tap)
Á pappírinum tað besta av 4'arunum frá B-bólkinum. Vóru á odda í Bosnia&Hersegovina í kvøld men taptu og endaðu harvið beint aftanfyri Pólland, sum Rumenia basti í síðstu viku - men taptu 6-0 ímóti 2. oktober.
Eitt av hesum liðunum kemur úr pottinum saman við Føroyum fríggjadagin 20. november, stutt eftir klokkan ellivu føroyska tíð.
Á pappírinum er nakað torført at peika á eitt ynskimótstøðulið. Rumenia man tó vera sterkasta liðið á pappírinum - Ísrael hevur sínar styrkir, men Ísrael hevur ongan heimavøll, sum
Tey flestu peika kanska á Norðurmakedónia, sum einki stig fekk í sínum bólki, og sum Føroyar spældu tríggjar tættar dystir ímóti í 2023-2034 (javnleik heima og tvey 1-0 tap í Skopje, har tað kundi verið koppað hinvegin).
![]()
Brandur Hendriksson, sum hjálpti til sum greinari á Tórsvølli í gjár, í Georgia í juni 2025. Føroyar kunnu enda við georgum í týðandi dystunum um uppflyting í mars næsta ár (Mynd: Sverri Egholm)
Georgar kunnu eisini verða tiknir. Georgia er styrkismett beint við Norðurmakedónia, og Føroyar spældu ein tættan venjingardyst í Tbilisi í juni í fjør. Georgia verður eisini uttan størstu stjørnuna -Kvaratskhelia - í mars 2027.
Dystirnir verða spældir í døgunum 25. - 30. mars. Føroyar skulu spæla á heimavølli fyst, óansæð hvat.
Dagført: 22.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald