Tveir ungir føroyskir landsliðsspælarar skulu í heyst og í vetur spæla í einum evropeiskum deildarspæli.
Tað endaði við málleysum javnleiki, tá Mjällby í kvøld spældi í Gibraltar, men tað var sum so fínt hjá svensku meistarunum og steypavinnarunum.
Tí tað endaði 3-0 í fyrra dystinum móti Linclon Red Imps - tí fyrsta dystinum hjá Mjällby AIF yvirhøvur í Champions League. Har átti Áki Samuelsen stóran leiklut við málunum til 1-0 og 2-0.
Video: Áki Samuelsen við flottum og søguligum málum
Áki spældi fullan dyst í Gibraltar í kvøld og fekk gult kort, meðan Martin Agnarsson ikki kom inn á sama vølli, har hann avgjørdi HM-undankappingardyst fyri Føroyar í fjør.
![]()
Martin Agnarsson skoraði einasta málið á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar í september 2025, tá vinstri vongbakkurin prikaði bóltin í netið. Í kvøld sat Martin á bonkinum allan dystin, men havnarmaðurin, sum Mjällby fyri stuttum keypti úr Aarhus Fremad, kann skjótt fáa deildarspælsroyndir (Mynd: Sverri Egholm)
Áki Samuelsen spældi aftur 90 minuttir fyri Mjällby. 22-ára gamli vongurin legði grundarlag fyri víðari luttøkuna (Mynd: Mjällby AIF)
Við samanlagda 3-0 sigrinum er Mjällby víðari til 3. umfar í Champions League, har Slovan Bratislava mest sannlíkt byrjar. Slovakiska liðið vann 2-0 í Georgia í síðstu viku og spælir seinna dystin móti Iberia 1999 í morgin.
Tað er nú eisini longu tryggjað, at spælararnir við uppruna úr ávikavist HB og B36 skulu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl skjótt. Um tað ikki eydnast at koma víðari tvær ferðir afturat í Champions League, dettur liðið niður í Europa League, og í ringasta fall: Í Conference League.
Sama er galdandi hjá Gunnari Vatnhamar og Víkingi Reykjavík, umframt KÍ. Hesi spæla seinnu dystirnar á útivølli í morgin.
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar og Víkingur nærkast aftur deildarspæli
Sí eisini: Ferðin hjá KÍ er byrjað - avgerandi uppgerð ólavsøkudag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald