Fótbóltur

Aleksandar og Jóan Petur heiðraðir sum ársins venjarar

Serbin í Klaksvík vann enn eitt FM-heiti við KÍ-kvinnunum, og 1. deildarliðið hjá Víkingi hevur havt enn eitt sera gott kappingarár við toftamanninum við róðrið.

Aleksandar Djordjevic saman við Jóan Paula Jacobsen úr VFF (Mynd: Venjara Felag Føroya)

Aleksandar Djordjevic saman við Jóan Paula Jacobsen úr VFF (Mynd: Venjara Felag Føroya)

2019-10-22 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjara Felag Føroya (VFF) kunngerð í hesum døgum ársins venjara í ymsu deildunum, umframt aðrar heiðrar. Tað eru limirnir í felagnum, ið kjósa vinnararnar. Leygarkvøldið varð Jákup á Borg kunngjørdur sum ársins venjari í Betrideildini hjá monnum, og síðani er vorðið greitt, hvør hevur fingið heiðurin í Betrideildini hjá kvinnum og í 1. Deild.

Les eisini: Jákup á Borg er ársins venjari

Ársins venjari í 1. Deild hjá monnum hjá VFF er Jóhan Petur Poulsen úr Víkingi. Nú 33-ára gamli Jóhan Petur fekk eisini hendan heiðurin í 2017, tá hann endaði á 2. plássi aftanfyri AB við einum sera ungum liðið. Í løtuni sær út til, at Víkingur fær silvurkrónur aftur í ár, men um KÍ snávar á Torftum, samstundis sum Víkingur vinnur móti Skála, so gerst liðið hjá Jóan Peturi vinnari av 1. Deild.

Jóhan Petur var eisini í harðari kapping við venjaran hjá KÍ í hesum førinum. Venjarin hjá Víkingi fekk 37 prosent av atkvøðunum,  Asbjørn Tungá úr KÍ fekk 33,3%.

 

[object Object]
Formaðurin í VFF, Frankie Jensen handaði steypið til Jóhan Petur beint undan dystin í Gundadali í vikuskiftinum, har Víkingur vann 0-1 á HB og harvið framvegis hevur møguleikan at fáa gull (Mynd: VFF)

Lagt var upp til eitt spennandi kappingarár í Betrideildini hjá kvinnum, og hóast tvífaldu meistararnir EBS/Skála ongantíð vóru við í stríðnum um FM, so stríddust trý lið um tað. HB og ÍF/VÍK/B68 góvu KÍ skarpan gang, men tað vóru klaksvíkskvinnur, ið vunnu sítt 18. meistaraheiti hesa øldina.

Maðurin, sum stóð á odda fyri besta kvinnuliðnum, hevur vunnið meistaraheitið heilar níggju ferðir: Í 2007, 2008, 2009, 2010, 2011(hjálparvenjari), 2012, 2013, 2014 og aftur nú í 2019. Hetta er fjórðu ferð á rað, at meistaravenjarin vinnur heiðurin, og hetta er aðru ferð, at Aleksandar Djordjevic er farin við heiðrinum hjá Føroya Venjara Felag. Serbin longdi í vikuskiftinum sáttmálan við KÍ.
 
Ársins venjari hjá kvinnum hjá Venjara Felag Føroya:

2011: Erik Ernesto Nielsen (KÍ)
2012: Allan Dybczak (HB)
2013: Poul Grunnveit Olsen (EB-Streymur/Skála)
2014: Alexandar Djordjevic (KÍ)
2015: Poul Grunnveit Olsen (EB-Streymur/Skála)
2016: Alexander Jovovic (KÍ)
2017: Erik Ernesto Nielsen (EB-Streymur/Skála)
2018: Mathias Davidsen (EB-Streymur/Skála)
2019: Alexandar Djordjevic (KÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder