Hondbóltur

Allan og Bjarni kunnu gerast íslendskir meistarar í kvøld

StÍF'arnir hjá Vali skoraðu samanlagt tíggju mál í finalusigrinum fríggjakvøldið. Fjórða finalan verður spæld á Hafnarfjörðinum klokkan 20.30 føroyska tíð.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg kunnu aftur fáa stóran leiklut í kvøld (Mynd: Agnar Prestá)

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg kunnu aftur fáa stóran leiklut í kvøld (Mynd: Agnar Prestá)

2026-05-04 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki í finalurøðini í fjør, har føroyingafelagið tapti tríggjar finalur fyri Fram, men eftir tríggjar meistarafinalur higartil hevur Valur tveir sigrar.

Harvið eru Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi bert ein sigur frá at gerast íslendskir meistarar.

Uppruna STíF'arnir skoraðu samanlagt tíggju mál í sigrinum á FH fríggjakvøldið, og Bjarni í Selvindi var toppskjútti hjá Vali við seks málum.

Føroysku landsliðsspælararnir kunnu eisin ifáa stóran leiklut í fjórðu og møguligu avgerandi finaluni í kvøld.

Hon verður spæld á Hafnarfjörðinum klokkan 20.30 føroyska tíð. 

Til ber at fylgja við á handbolti.is

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder