Eftir fýra finalur, har liðini hava vunnið tvær hvør, er tíðin nú komin til fimtu og avgerandi finaluna um íslendska meistaraheitið hjá monnum 2026.
Valur kundi avgjørt tað á Hafnafjörðinum mánakvøldið, men eftir tvífalda longda leiktíð var FH omaná.
Sí eisini: Valur tapti eftir villa fjórðu finalu - spæla avgerandi dystin um meistaraheitið hóskvøldið
Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir eru komnir fyri seg eftir stóra dramatikkin. Og klokkan 20.30, føroyska tíð, í kvøld er alt uppá spæl í Reykjavík.
Valur tapti finalurøðina í fjør men vann grundspælið í ár. Gongur tað sum í hinum fýra dystunum, gerst høvuðsstaðarfelagið meistari, tí heimaliðið hevur vunnið í teimum fýra finalunum higartil.
Til ber at fylgja finaluni á Hlíðarenda við live-bloggum á mbl.is og handbolti.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald