
Pristina, Kosovo (Portalurin): Í 2015 varð A-landsliðsarbeiði hjá monnum tikið uppaftur. Uppgávan var ein menningarkapping í Kosovo.
- Tá hevði landsliðið ligið stilt í nøkur ár, og man visti ikki heilt, hvat man skuldi vænta. Menn vóru øðiliga spentir. Tað endaði so við, at tað gekk heilt væl, og vit vunnu kappingina.
Soleiðis sigur Allan Norðberg við Portalin. Strandingurin var tá 21-ára gamal og ein av teimum yngstu í føroyska hópinum, sum sæst niðanfyri.
Føroyski hópurin sambært EHF GG: "Rókur Rasmussen" skal vera Rósing Rasmussen og tað er Andrias Eriksen
Av teimum, sum spældu uttanfyri Føroyar tá, vóru teir flestu í ÍF Føroyum. Síðani hava Allan og nógvir flutt seg til størri adressur.
- Tað er torført at siga, hvat tað mest umráðandi í menningini síðani hevur verið. Men eg haldi, at serliga tað at so nógvir spælarar uttanlands og spæla yrkishondbólt, hevur lyft landsliðið á eitt væl hægri stig. Tað hevur líkasum verið lykilin í menningini - saman við fleiri øðrum faktorum.
Sí eisini: Allan: Vit fara altíð eftir at vinna
Gav góðar ábendingar - dugnaligir venjarar stóran týdning
Portalurin tosaði við Allan Norðberg her í høvuðsstaðnum í Kosovo, nú Valur-spælarin aftur. Í vikuni hava vit eisini tosað við Rókur Akralíð.
38-ára gamli strikuspælarin og miðverjin hevur júst vunnið sítt fjórða FM-heitið við Kyndli - hini vóru í 2004, 2006 og 2007.
Rókur Akralíð og Hjalti Mohr Jacobsen, høvuðsvenjari hjá Kyndli og hjálparvenjari á landsliðnum fegnast eftir seinasta bríksl í fimtu finaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Ròkur fann hondbóltsskógvarnar fram aftur. Fyrrverandi landsliðsskiparin gavst á landliðnum í 2023 eftir yvir 50 dystir. Millum teir vóru seks dystir her í Kosovo í 2015 og so seks afturat tvey ár seinni í næstu útgávu av Emerging Nations Championship, sum Føroyar vóru við til.
Hetta var týðandi fyri landsliðið og vísti nakað, heldur havnarmaðurin.
- Eg var við at vinna ENC gull í Kosovo í 2015 og í Bulgaria í 2017. Hetta vóru kappingar fyri tjóðir, ið vóru áveg uppeftir. Tað var sjálvandi stuttligt, at vera við til at vinna hesar kappingarnar fyri Føroyar. Eg haldi, at hesar kappingarnar góvu fyrstu ábendingarnar um, at Føroyar høvdu gongd í onkrum røttum viðvíkjandi landsliðshondbólti.
Í kappingini í Kosovo í 2015 vunnu Føroyar finaluna móti Lettlandi. Á vegnum var ein javnleikur móti Avstralia, sigrar móti Kamerun, Armenia (61-9) og tveir sigrar á vertstjóðini.
Nú Føroyar aftur skulu royna at basa Kosovo á teirra heimavølli, staðfestir Rókur Akralíð, at føroyska landsliðið er komið heilt langt. Góðir venjarar og at spælarar fara uttanlands eru millum lyklarnar.
- Menningin hevur verið ótrúlig tey síðstu árini. Fleiri av feløgunum hava ungdómsvenjarar, ið eru dugnaligir. Hetta ger at ungdómurin verður alsamt betri og tað er neyðugt, fyri at landsliðini eydnast. Eftirhondini spæla allir A-landsliðsleikarirnir hjá monnum hondbólt uttanlands og eisini tær flestu kvinnum. Og eg síggi fyri mær, at har verða fleiri og fleiri ungir leikarar, ið fara at royna hondbóltsleiðina uttanlanda. Hettar haldi eg vera gott fyri føroyskan landsliðshondbólt. Heimliga kappingin er eisini ment. Har eru nógvir dugnarligir ungir leikarar her heima. HSF eigur eisini stóran rós fyri arbeiði, ið er lagt í, at menna føroyskan hondbólt tey seinastu nógvu árini.
Sí eisini: Rókur eftir FM-heitið: - Framtíðin hjá Kyndli er bjørt
Rókur í landsdysti í 2021 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Føroyar skulu í annaðkvøld royna at tryggja sær pláss í EM-endaspæli fyri aðru ferð á rað. Hetta kann fáast til høldar við stigi í Kosovo. Meira um hendan dysti naðrastaðni á Portalinum/Roysni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald