
Nú skal toppskjútin og mest virðismikli spælarin í U21 HM-endaspælinum trína inn á stóra evopeiska pallin.
Óli Mittún spældi í fjør í European League við Sävehof, har hoyvíkingurin hevði nøkur stór avrik. Hetta kappingarárið er tað GOG og Champions League, umframt oddastríð í Danmark.
20-ára gamli føroyingurin byrjar ikki bleytt. Tað verður í Barcelona móti einum av feløgunum, sum hevur vunnið fleiri Champions League-heiti seinastu árini.
Dysturin byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV3 MAX og Viaplay. TV3 MAX er partur av pakkum hjá Televarpið.
Samstundis spæla Champions League-silvurivinnararnir og týsku meistararnir í Nantes. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin skulu reisa seg eftir stórtapið fyri Magdeburg um vikuskifti.
Dysturin hjá Hákuni og teimum sæst á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald