
Mánakvøldið vann føroyska A-landsliðið við monnum 1-0 á Gibraltar, og týskvøldið vann U21-landsliðið 1-0 í Luksemborg.
Hjá U21-landsliðnum var tað annar útisigurin innan fimm dagar og tann triðji sigurin av trimum gjørligum í hesari undankappingini.
Sí eisini: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur
Stórur føroyskur fagnaður í Luksemborg í gjár (Mynd: FSF)
U21-landsliðið er í løtuni á 1. plássi við fullum stigatali, meðan manslandsliðið er á 3. plássi í sínum HM-undankappingarbólki. Føroyar og Montenegro stríðast um hetta plássið, og hittast tey í næsta umfarinum.
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Nú fara vit eftir stigametinum
Montenegro skoraði í evstu løtu til 1-0, tá Føroyar vitjaðu í mars (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar - Montenegro á Tórsvølli hóskvøldið 9. oktober verður startskotið til nakrar dagar við spennandi landsliðsuppgávum í Føroyum:
Landsdystir á heimavølli í oktober:
Hósdagin 9. oktober á Tórsvølli
A: Føroyar - Montenegro
Atgongumerki til Føroyar - Montenegro kunnu keypast her
Fríggjadagin 10. oktober í Klaksvík
U21: Føroyar - Frakland
Sunnudagin 12. oktober á Tórsvølli
A: Føroyar - Kekkia
Týsdagin 14. oktober í Klaksvík
U21: Føroyar - Sveis
Bæði liðini fara eftir stigametum, men talan er eisini um góðar ella stórar fóbóltstjóðir, sum vitja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald