
Seinastu útgávan av vælumtóku útvarpssendingini Fótbóltsprát, sum Tróndur Vatnhamar er vertur fyri, er vorðin til eitt mál: Eitt mál millum Kringvarpið og Fótbóltssamband Føroyar sum millum annað reisir spurningin, hvat kann man siga fyri opnari mikrofon?
Ofta fær Fótbóltsprát, har Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge eru fastir gestir í útvaprsstovuni, nógva umrøðu. Hesaferð fekk umrøðan í sendingini av einari starvssetan hjá FSF stovnin til at senda eitt hvassorðað skriv niðan í Sortudíki um byrjanina av sendingini.
Talan var um teir umleið tjúgu minuttirnar, har teir tríggir í Fótbóltsprátu umrøddu tíðindini um, at Fótbóltssambandið hevði sett Jonas Nielsen í starv sum nýggjan teknsikan stjóra. Hesin parturin av sendingini er nú kliptur úr á kvf.fo.
Sí eisini: Fótbóltsprát fór út um mark: Partur av seinastu sending er tikin burtur
Kringvarpsstjórin og og Tíðindaleiðarin hava tikið málið upp. Sambært skrivi frá fíggjadegnum. sum er sent til FSF, hava tey "gjøgnumgingið sendingina, ið varð send í útvarpinum mánadagin 1. september 2025".
- Okkara niðurstøða eftir hesa gjøgnumgongd er, at sendingin í fleiri førum ikki er í tráð við fjølmiðlaetisku leiðreglurnar og journalistisku stevnuna hjá KvF.
Hetta stendur í skrivinum, sum er almannakunngjørt í dag, Fótbóltssamband Føroya hevur lagt tað út, í sambandi við at ein umbering er komin frá leiðsluni í Kringvarpinum.
- Var evnið eitt annað enn fótbóltur
Magnus Dam og Katrin Petersen skriva millum annað, at viðgerarhátturin var ein trupulleiki útfrá fjølmiðlaetisku leiðreglunum:
- Vertur og viðmerkjari gera sínar metingar út frá ónevndum og leystliga eyðmerktum keldum, og út frá tí viðmerkjararnir, sum teir siga “hoyra frá fleiri” og “hava sneytað seg fram til.”
Hervið verður tað, sambært leiðreglunum, ov ógreitt og óupplýst hvør heuvr úttalað seg so um persónin, sum verður viðgjørdir.
Hóast talan er um eitt slag av paneli, so sigur Kringvarpið tað í hesum førinum verða ein trupulleiki, at Jonas Nielsen ella onkur frá FSF ikki verður spurdur eftir. Her "hjálpir tað ikki", at evni er fótbóltur.
- Í sendingini varð ikki tosað við viðgjørda persónin ella leiðsluna fyri felagsskapin, har hann starvast. Sendingin livir sostatt ikki upp til kravið í fjølmiðlaetisku leiðreglunum og okkara journalistisku stevnu, sum
áleggur okkum at hoyra allar partar. Var evnið eitt annað enn fótbóltur, hevði tað neyvan komið fyri, at ein starvssetan og ein persónur vórðu viðgjørd uttan at hvørki arbeiðsgevari ella tann setti fingu høvi at svara fyri seg.
Leiðslan í KVF endar við at geva FSF og Jonas Nielsen, tekniska leiðaranum hjá FSF, eina umbering fyri innihaldið í sendingini Fótbóltsprát 1 september. Samstundis "verða stig tikin til at tryggja, at sendingin í framtíðini lýkur krøvini í
fjølmiðlaetisku leiðreglunum og stevnuni hjá KvF".
Hvat tað so merkir, er ógreitt - eins og hetta verður eitt einsamalt fordømi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald