Fótbóltur

Almenna venjingin og tíðindafundurin hjá Føroyum verður seinni í dag

(Malta, Portalurin) Tað er framvegis vindur á oynni, nú dysturin nærkast.

Føroyska liðið vandi í gjár beint við Ta' Qali National Stadium
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið vandi í gjár beint við Ta' Qali National Stadium (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-22 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan stormurin leikar á í Føroyum, er tað framvegis heilt fitt av vindi her á Malta. Sagt verður eisini frá regni seinni í dag, men í føroysku leguni er fokus sett á seinastu fyrireikingarnar undan fyrsta EM-undankappingardystinum.

Myndir: Venjing í føroyskum veðurlagi

Í morgin klokkan 17.00 spæla Føroyar og Malta á altjóða leikvøllinum, Ta' Qali. Tað er á sama staði, sum Todi Jónsson avgjørdi HM-undankappingardystin í 1997 við einum frálíkum málið. Og tað er eisini har føroyska liðið leikti sín seinasta dyst; 20. november í fjør í UEFA Nations League tá Malta og Føroyar leiktu ein 1-1 javnleik.

Les eisini: Sjeyndu ferð móti Malta 

Í dag, 25 tímar áðrenn fyrsta bríksl, venja føroyingarnir á leikvøllinum, har pláss er fyri áleið 17,000 áskoðarum. Tað verður væntað, at umleið 6,000 áskoðarar koma til dystin; harav yvir hálvthundrað føroyingar. Undan venjingini verður tíðindafundur við Lars Olsen og einum føroyskum leikara. Í føroysku leguni eru teir greiðir: Teir fara eftir trimum stigum, og hóast maltesiska liðið fær rós, so eru venjari og leikarar vísir í, at teir eru sterkari enn Malta.

Hoyr samrøðu við Lars Olsen og Brand Hendriksson Olsen

Vit hava tilfar frá tíðindafundinum og venjingini í kvøld. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder