Annað

Alment tiltak um snús, e-sigarettir og ítróttafólk

– Vit hava ein grundaðan illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum, sigur Ítróttasamband Føroya, sum saman við Heilsustýrinum skipar fyri almennum tiltaki í Auluni í Finsen 22. oktober.

(Mynd: Ítróttasamband Føroya)

(Mynd: Ítróttasamband Føroya)

2025-10-17 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir og angar, sum minna meira um bomm enn um sera vanabindandi rúsevni, so sum nikotin. Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av hesum vørum, eru støðugt vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotini í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila.

Soleiðis skrivar Ítróttasamband Føroya, sum saman við Heilsustýrinum skipar fyri almennum og ókeypis tiltaki um evnið í komandi viku.

Tiltakið, sum ber heitið  "Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker" er mikukvøldið 22. oktober klokkan 19 í Auluni í Finsen.

Málbólkurin eru fólk úr ítróttaumhvørvum, nevndarlimir, venjarar, foreldur og íðkarar.

– Vit hava ein grundaðan illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum. Tí hava Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya tikið stig til at skipa fyri almennum tiltaki um nikotin og snús í ítróttaumhvørvunum. Vit hava fingið vitjan av einum at fremstu granskarunum á økinum Charlottu Pisinger, og hon fer at hava ein fyrilestur, sum hon kallar: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan."

Skráin er fyri tiltakið:

  • "Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung", Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið
  • "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan", Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.
  • "Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik", Signar Hilmarson, ráðgevi í úrvalsítrótti hjá Ítróttasambandi Føroya
  • Spurningar og svar

Les meira og melda til á www.atgongurmerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder