Fótbóltur

Álop móti verju í Manchester

Guardiola móti Simeone: Tað eru lið við tveimum heilt ymiskum leikhættum, ið hittast í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League í kvøld. Liverpool er á vitjan í portugisiska høvuðsstaðnum.

Teir høvdu hvør sín stíl sum miðvallarar á hægsta støði, og liðini ið Guardiola og Simeone standa á odda fyri nú hava greiðan leikhátt - tó á hvør sín hátt

Teir høvdu hvør sín stíl sum miðvallarar á hægsta støði, og liðini ið Guardiola og Simeone standa á odda fyri nú hava greiðan leikhátt - tó á hvør sín hátt

2022-04-05 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool og Manchester City eru í gongd við eitt ógvuliga tætt meistaraheitsstríð, og oddadystur verður í Premier League sunnudagin, tá Klopp og hansara menn vitja í Manchester.

Áðrenn hendan stórdystin skulu Liverpool og City hava eyguni vend ímóti fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. 

Liverpool spælir í kvøld í Lissabon, har Benfica tekur ímóti. Liverpool er risafavorittur at spæla seg víðari móti liðnum, sum liggur nummar trý í Portugal. Um Benfica, ið sló Ajax út í síðsta umfari, skal gera sær nakra vón, er neyðugt við góðum úrsliti á Estádio da Luz í kvøld. 

Teir høvdu hvør sín stíl sum miðvallarar á hægsta stigi, og tað er eyðsæð, hvussu teir í dag vilja hava síni lið. Pep Guardiola og Diego Simeone hava verið høvuðsvenjarar á hægsta stigi í langa tíð og hava fingið úrslit á ymsan hátt.

Í kvøld taka katalanin og hansara frálíka Manchester City móti argentinanum og Atletico Madrid. City jagstrar sítt fyrsta Champions League-heiti. Tað ger Atletico, ið var í finaluni í 2014 og aftur í 2016, eisini. Í áttandapartsfinaluni sigraði Atletico í júst Manchester og sendi harvið næstbesta liðið úr enska stórbýnum út. 

Champions League fjórðingsfinalur (fyrru)
Týsdagin 05.04

20.00: Manchester City - Atletico Madrid 
           Benfica - Liverpool


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder