Hondbóltur

Annað av føroyska ferðalagnum seinkað 

Teir fáu spælararnir, umframt nakrir fjepparar og teir í venjara- og hjálparatoyminum, sótu leingi og bíðaðu í Keypmannahavn og koma ikki til Kosovo fyrr enn í nátt. Hinir vóru frammi stutt áðrenn klokkan átta - sí nakrar myndir.

Per Jacobsen (t.v.) og Jákup Mikkelsen - Bigge (t.h.) njóta góða veðrið í Keypmannahavn saman við Óla Mittún, meðan bíðað verður eftir flogfarinum víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Per Jacobsen (t.v.) og Jákup Mikkelsen - Bigge (t.h.) njóta góða veðrið í Keypmannahavn saman við Óla Mittún, meðan bíðað verður eftir flogfarinum víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-05 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað hevur verið ein heilt drúgvur dagur hjá nøkrum teirra, sum skulu umboða Føroyar í Pristina hóskvøldið, tá EM-plássið kann koma endaliga uppá pláss.

Sí eisini: Føroyar skulu tryggja EM-plássið í næstu viku

Sí eisini: Langa føroyska ferðin til Pristina

Fýra spælarar, sum vóru staddir í Føroyum, nakrir fjepparar umframt hjálparvenjari, mentalvenjari og liðleiðari, fóru við Atlantic Airways umleið klokkan 8.30 í morgun. Teir eru framvegis ikki komnir fram.

[object Object]
Nakrir úr ferðalagnum taka sær av løttum uttanfyri flogvøllin í Kastrup seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var vegna seinkan í Kastrup, har flogfarið til Wien fór nakrar tímar seinni enn ætlað. Harvið eru hesir nústaðni nú ordliga á veg til Balkanhálvoynna - flogfarið fer uppfrá í eysturríska høvuðsstaðnum hvørja løtu. Teir skulu so í nátt koyra frá Skopje yvirum markið til Pristina. Hetta strekkið er áleið 90 kilometrar langt.

[object Object]
Á flogvøllinum í Wien fyri løtu síðani (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Loksins sleppa Rói Ellefsen á Skipagøtu, Ísak Vedelsbøl og Aleksandar (Sasha) Lacok umborð á flogfarið í Wien (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tó ikki fyrrenn hóskvøldið, at dysturin er: Hesaferð fór hondbóltslandsliðið avstað í góðari tíð, og venjingin í morgin er ikki fyrrenn seinnipart. So hetta burdi ikki ávirka meira enn eitt vist, og øll útgerðin burdi eisini verið uppá pláss til morgindagin.

Gott er so at fáa hvílt seg á Hotel International Prishtina & SPA. Tólv spælarar, umframt Peter Bredsdorff-Larsen og Tom Jensen (málmansvenjari og fysioterapeutur) komu uppá pláss her fyrr í kvøld - stutt áðrenn klokkan 20 føroyska tíð. Hetta var eftir flúgving úr Keypmannahavn og via Istanbul.

[object Object]
Á flogvøllinum í Pristina meðan bíðað verður eftir viðførinum

[object Object]Lámu menninir á bandinum: Vilhelm Poulsen og Allan Norðberg (Mynd: Agnar Prestá) 

Meira úr føroysku leguni í morgin

----------------------

Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør: 
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.

5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar

6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder